Player FM - Internet Radio Done Right
Checked 2M ago
Додано nine років тому
Вміст надано Kringvarp Føroya. Весь вміст подкастів, включаючи епізоди, графіку та описи подкастів, завантажується та надається безпосередньо компанією Kringvarp Føroya або його партнером по платформі подкастів. Якщо ви вважаєте, що хтось використовує ваш захищений авторським правом твір без вашого дозволу, ви можете виконати процедуру, описану тут https://uk.player.fm/legal.
Player FM - додаток Podcast
Переходьте в офлайн за допомогою програми Player FM !
Переходьте в офлайн за допомогою програми Player FM !
Stakar sendingar - sjónvarp
Відзначити всі (не)відтворені ...
Manage series 1215436
Вміст надано Kringvarp Føroya. Весь вміст подкастів, включаючи епізоди, графіку та описи подкастів, завантажується та надається безпосередньо компанією Kringvarp Føroya або його партнером по платформі подкастів. Якщо ви вважаєте, що хтось використовує ваш захищений авторським правом твір без вашого дозволу, ви можете виконати процедуру, описану тут https://uk.player.fm/legal.
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
…
continue reading
50 епізодів
Відзначити всі (не)відтворені ...
Manage series 1215436
Вміст надано Kringvarp Føroya. Весь вміст подкастів, включаючи епізоди, графіку та описи подкастів, завантажується та надається безпосередньо компанією Kringvarp Føroya або його партнером по платформі подкастів. Якщо ви вважаєте, що хтось використовує ваш захищений авторським правом твір без вашого дозволу, ви можете виконати процедуру, описану тут https://uk.player.fm/legal.
Einstakar sendingar, sum ikki eru partur av eini sendirøð ella sum ikki eru regluliga á skránni í Kringvarpinum.
…
continue reading
50 епізодів
Усі епізоди
×"Hugskot við Ellu" eitur ein nýggj sending, sum Biit ger. Ì sendingini ummælir miðlagrafikarin Ella útvald føroysk búmerki. Hon kemur millum annað við ymiskum boðum uppá, hvussu búmerkini kundi riggað betri. Í fyrsta parti viðger Ella búmerkini hjá ávíkavist Betri-samtakinum, Føroya Keypssamtøku, Trin 27, Býarbókasavninum og Kringvarpi Føroya.…
Stórbæra umhvørvið á Viðareiði gav Christian Matras íblástur til fleiri av hansara bestu yrkingum. Truplu viðurskiftini millum menniskju og náttúru komu rættuliga til sjóndar, og heimbygdin og Viðoyggin gjørdust til alheimin í hansara skaldskapi. Meinhard Bjartalíð tekur okkum við á eina ferð gjøgnum bygdina og vakra umhvørvið á Viðareiði, meðan hann greiðir okkum frá um tættir í skaldskapinum hjá Christian Matras. Klaksvíkar Sangkór syngur nakrar av kendastu yrkingunum hjá høvundanum, sum hevði fylt 100 ár tann 7 desember. Gjørt sendingina hava: Ragnar A. Jacobsen, Bjarnheðin í Hoyvík og Zacharias Hammer…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

3D stutt teknifilm um Kópakonuna. Filmurin hevur enska talu og føroyskan tekst. Rói Davidsen hevur gjørt 3D teknifilmin.
Íslendingar hava í mong ár fingið ein stóran part av orkuni, teir brúka, úr undirgrundini. Tann heita keldan Geysir hevur gjørt Ísland kent um allan heim, hon hevur verið eitt tekin um ta nógvu orkuna, sum íslendska undirgrundin goymir. í sendingini verður sagt frá, hvussu íslendingar nýta tað heita vatnið til upphiting og ravmagnsframleiðslu.…
Samrøða við Jákup undir Leitinum, um m.a. tey gomlu gróthúsini í bygdini, rekavið, gamlan byggihátt o.a. Samrøða við Súsanna í Skumputoft, m.a. um søgnina um Húsfrúnna í Húsavík. Eisini syngur Súsanna í Skumputoft ein Kingosálm: "Lover nu Herren".
Samson Gaardlykke úr Miðvági hevur verið hagamaður í 33 ár. Vit fylgja honum ein dag í seyðaklipping. Gjørt sendingina hevur Jens Jákup Hansen.
Í ár eru 20 ár síðani Norrøna fór í sigling. Kringvarpið var við í Týsklandi eftir Norrønu og fylgdu við skipinum til Føroyar. Sendingin er um fyrsta túrin til Føroya úr Týsklandi. Sendingina gjørdu: Jógvan Eli Dam og Johnsigurd Johannesen.
S
Stakar sendingar - sjónvarp

1 STROYMING: Annika Hoydal í LEITISSTEIN Live 2:01:08
2:01:08
Відтворити Пізніше
Відтворити Пізніше
Списки
Подобається
Подобається2:01:08
Annika Hoydal er tónleikari, sjónleikari og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva øld – ella meiri nágreiniligt, í heili sjey áratíggju. Hon er kend sum sangari í bólkinum Harkaliðið, umframt at hon hevur framført nógv undir egnum navni. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum og nógvir av sangunum eru vorðnir fólkaogn, eitt nú "Aldan", "Í Dans" og "15 ár" eru millum kendu sangirnar, og verða framvegis sungnir av fólki í øllum aldursbólkum. Annika Hoydal, Leitisstein Annika Hoydal er tónlistadrotning føroyinga (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen) Leysir endar Nú Annika Hoyda er vorðin 77 ára gomul, hevur hon lagt síðstu hond á enn eina nýggja útgávu, sum í hesum døgum verður útgivin. Útgavan kallast “Leysir endar” og er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjøgnum eitt langt lív. Annika Hoydal, Leysir endar (Grafikkur: Kirstin Helgadóttir) Her eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt. Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt akkustiskt og alt í umhvørvinum har Annika vaks upp.…
Í fimmti- og sekstiárunum trossa tveir ungir mans alt vit og skil, og brúka alla sína frítíð og hópin av pengum upp á konstnaðarmikla filmsútgerð og ráfilm, fyri at dokumentera bæði samtíðina og gamlar siðvenjur. Fá vóru tey, ið dugdu at síggja virðið í filmsarbeiðinum hjá hesum ungu monnum. Teir verða roknaðir sum tveir originalar, ið heldur taka eitt filmstól enn ein sóknarongul við í grind. Í næstu sending um søgur handan filmskut úr føroyskum søgum, sigur Uni Leitisstein Hansen søguna um 82 ára gamla Dánjal Jákup Mortensen og 78 ára gamla Jákup Andreas Arge, ið eru undangongumenn innan filmslist í Føroyum.…
Seinastu árini hevur Uni Leitisstein Hansen staðið fyri søguligu filmsverkætlanini Føroyskar Søgur. Ein hópur av upptøkum filmaðar í Føroyum, síðan filmsmiðilin varð uppfunnin, eru komnar fram úr goymslunum. Burtur úr arbeiðinum eru higartil komnar tvær filmsfløgur í røðini Føroyskar Søgur. Nú leitar Uni Leitisstein Hansen aftur um nakrar av upptøkunum, tí aftan fyri hvørt einasta filmskut er ein søga. Ein teirra er um 36 ára gamla Ejner Nyrum, sum tann 6. juni 1944 loypur niður á eina strond í Normandínum í Fraklandi við byrsu í hond, meðan kúlurnar flúgva um oyruni á honum og 150.000 øðrum sameindum hermonnum. Ejner Nyrum, ið er stjórin í Havnar Timburhandli, er endaður mitt í blóðigu, men avgerandi landgongini "Operation Overloard" á D-degnum. Uni Leitisstein Hansen sigur søguna um, hvussu nakrar gamlar filmsrullur brádliga avdúkaðu spennandi søguna um ein mann, ið sjálvboðin valdi at fara frá konu, børnum og einum góðum stjórastarvi í friðarligu Føroyum, fyri at niðurberja Týskland sum partur av bretska herinum. Sendingin er frá mars í ár.…
Flogvøllurin vesturi í Vágunum er lívsæðrin hjá føroyingum út í heim. Her er ein serligur spenningur í luftini. Flogfør koma og fara og taka eitt sindur av umheiminum við sær hendavegin. Nógv fólk ferðast um flogvøllin, og umleið 5000 flogfør koma og fara um árið, men hetta er eisini arbeiðsplássið hjá nógvum fólkum. Í hesari sending fara vit at fylgja tí dagliga arbeiðinum á flogvøllinum, og vit fáa innlit í eina verð, sum vit vanliga ikki geva okkum far um, tá vit koma og fara um flogvøllin. Lag til rættis: Jens Jákup Hansen.…
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Hesa ferð eru teir Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Gøtu og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Í sendingini "Túnatos" í kvøld vitja Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í Vestmanna og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
S
Stakar sendingar - sjónvarp

Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Túnatos hesa ferð í Hvalba!
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum. Hesaferð eru teir í Hósvík.
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Í sendingini "Túnatos" ferðast Elis Poulsen og Jens Jákup Hansen í bygd og í bý og práta við fólk um tað, sum hendir í gerandisdegnum.
Eyð og Claus kunna ikki fáa børn á vanligan hátt. Tey gjørdu av at taka tøknifrøðina til hjálpar, og í november í fjør fekk Eyð fýra gitin egg sett upp í lívmóðurina á Ríkissjúkrahúsinum. Tollaksmessudag fekk hon boð um, at trý av eggunum høvdu fest seg. Hon skuldi hava tríburðar. Í sendingini fylgja vit tríburðunum hjá Eyð frá gitnaði til føðing. Lagt til rættis: Dagmar Joensen-Næs og Kári Mikkelsen. Teknikkur: Jógvan Eli Dam.…
Í 1987 vitjaðu Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen hjá eldru hjúnunum Alberthu og Meinhard Gaardlykke úr Lamba, sum á mangan hátt livdu sum í gomlum døgum. Tey vóru nærum tey einastu tá, sum vóru eftir í Føroyum, ið høvdu kúgv í kjallaranum og livdu av tí, sum náttúran gav. Sendingin er um partar av lívinum á bygd, ið tá var um at gerast søga. Vit síggja Alberthu mjólka kúnni, gera ost, rómastamp, ketilost, rullipylsu og kjøtpylsu. Hon leggur klæðir á blik og annað mangt. Stuttrøðin er í tveimum pørtum, seinni partur kemur næsta mikukvøld. Sendingina gjørdu: Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen…
Í 1987 vitjaðu Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen hjá eldru hjúnunum Alberthu og Meinhard Gaardlykke úr Lamba, sum á mangan hátt livdu sum í gomlum døgum. Tey vóru nærum tey einastu tá, sum vóru eftir í Føroyum, ið høvdu kúgv í kjallaranum og livdu av tí, sum náttúran gav. Sendingin er um partar av lívinum á bygd, ið tá skjótt var søga. Vit síggja Alberthu mjólka kúnni, gera ost, rómastamp, ketilost, rullipylsu, kjøtpylsa. Hon leggur klæðir á blik og annað mangt. Stuttrøðin er í tveimum pørtum, seinni partur kemur næsta mikukvøld. Sendingina gjørdu: Zacharias Hammer og Ragnar C. Joensen…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

1 Úr savninum: One of a Kind - Rúna á Heygum 1:06:56
1:06:56
Відтворити Пізніше
Відтворити Пізніше
Списки
Подобається
Подобається1:06:56
26. mars í 1994 var Norðurlandahúsið karmur um eina hugtakandi konsert, har fleiri av okkara fremstu tónleikarum spældu. Í miðdeplinum var Rúna á Heygum, ein hin besti sangarin í Føroyum í dag. Í hesi sending síggja vit brot frá konsertini og eisini er samrøða við Rúnu, m.a. um nær hon byrjaði at syngja.…
Kirkjubømenn til bjarga í Trøllhøvda. Sendingina gjørdu: Ragnar C. Joensen, Dávur Isfeldt, Jógvan Jespersen og Arne Nørrevang.
Familie Journalen og tann stóra myndabíblian vóru fullar av myndum og hesar vóru tað sum fyrst og fremst tendraðu áhugan fyri listini. Seinni komu lesibøkurnar og málningarnir hjá grannanum og Amariel Norðoy fór til endans sjálvur at tekna og mála. Og beint nú livir Amariel í einari litverð, sigur Ingálvur av Reyni listamálari. Sending um listamálaran Amariel Norðoy. Lagt til rættis: Malan Johannesen.…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

1 Kjakfundur um suðuroyartunnil 2:21:46
2:21:46
Відтворити Пізніше
Відтворити Пізніше
Списки
Подобається
Подобається2:21:46
S
Stakar sendingar - sjónvarp

1 Jól í tónleikinum 1:04:26
1:04:26
Відтворити Пізніше
Відтворити Пізніше
Списки
Подобається
Подобається1:04:26
Føroya Symfoniorkestur var í sonnum jólahýri, tá stóra familju- og jólakonsertin var í Norðurlandahúsinum tann 4 desember. Eini 150 børn úr Fuglafirði, Leirvík, Toftum og Havn vóru í stóra barnakórinum, og sangurin og tónleikurin ljómaði kátur. Fleiri ungir solistar trinu fram og frásøgumaður til konsertina var Eyðun Johannesen Dirigentur: Bernharður Wilkinson Solistar: Konny Kass Jacobsen/Conny Kass Jacobsen Heini Andreasen Ljós: Gardar Hall Kamera: Hans Petur Hansen…
S
Stakar sendingar - sjónvarp

1 Úr savninum: Nikodemusarsangbólkurin í Norðurlandahúsinum 1:33:30
1:33:30
Відтворити Пізніше
Відтворити Пізніше
Списки
Подобається
Подобається1:33:30
Nikodemusarsangbólkurin: "Eg má siga frá". "Besta bók av bókum". "Vit í Jesu navni". "23. sálmur". "Hugsa tær at øll ung". "Boða Kristi kærleik". "Eg trúgvi heldur tær". "Eina eg siti". "Brúgvin yvir myrka dýpið". "Ófrelstur enn". "Lívsæla landið". "Nem við meg". Anna Eldevig (Anna Háberg): "Sum í dreymi". Alex Bærentsen: "Vinur trýrt tú". "Eigir tú ei vinir kendar". Drama: "Hendurnar". M.C. á palli. Ólavur á Váli: "Mær eg sagt um ein stað". "Lat meg siga frá og syngja". At enda felagssangur. Tvørfloyta: Helga Gerðalíð. Stilgittar: Petur Hermensen. Orgul og mix: Óli Poulsen Bass: Pætur Hjørtur Háberg. Trummur: Andrew Jensen. Gittar: Herálvur Jensen. Klaver: Jóannes á Váli. Sangur: M.C. Restorff. Sangur: Anna Eldevig. Sangur: Brita á Váli. Sangur: Kári Svensson. Sendingina gjørdu: Jógvan Olsen Jógvan Norðbúð Jógvan á Lakjuni Godtfred Joensen Carsten Arnskov Finnbogi Johannesen…
Í Føroyum íðka 2.200 fólk hondbólt, og alsamt fleiri spælarar fara uttanlands at royna hondbóltseydnuna. Tveir teirra eru tann 19 ára gamla, Rakul Wardum, og tann 16 ára gamli, Óli Mittún. Rakul fór longu sum 16 ára gomul niður á Skanderborg Elite Håndboldakademi og spælir nú við Ajax í Keypmannahavn, og Óli Mittún skrivaði í mars í ár undir sáttmála við svenska meistaraliðið, Sävehoff. Í sendingini greiða tey frá sínum dreymum um framtíðina og umrøða eisini tann longsul, sum kann gera um seg, tá ungfólk flyta burtur. Uni Arge leggur til rættis og Mathias Dimon Næs setti saman.…
Ласкаво просимо до Player FM!
Player FM сканує Інтернет для отримання високоякісних подкастів, щоб ви могли насолоджуватися ними зараз. Це найкращий додаток для подкастів, який працює на Android, iPhone і веб-сторінці. Реєстрація для синхронізації підписок між пристроями.